Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

08 jul. 2026

Føroya Rættur

Nýggjur háttur at kunnuggera tikin í nýtslu við Føroya Rætt

Tann 1.juli 2026 tók Føroya Rættur nýggja talgilda loysn í brúk at kunnuggera. Hetta merkir, at rætturin kann senda boð umvegis MínBoks til persón, sum skal møta í rættinum, stevnast ella fáa eina rættarliga avgerð.

Talgild kunnuggerð merkir í stuttum, at rætturin sendir eini boð til borgaran umvegis teldupostin. Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt borgarin hevur viðgjørt tey, t.e. opnað, flutt ella strikað boðini.

Hetta merkir m.a. fyri borgaran:

  • At tú fært boð frá rættinum beinleiðis í tín talgilda postkassa.
  • At fráboðanin er juridiskt galdandi, so skjótt tú gert okkurt við boðini.
  • At tú til dømis kanst verða dømd/ur sum útiblivin í eini sak, um tú ikki møtir til eitt rættarmál, sum tú ert innkallað/ur til.

Um tú ikki letur við teg koma eftir móttøku í MínBoks, vil rætturin royna aðrar kunnuggerðar hættir. Hetta kann til dømis vera fráboðan umvegis, post,  telefon ella løgregluna.

Nýggi fráboðanarhátturin er skjótari og einfaldari.

So skjótt tú hevur opnað boðini í MínBoks, metir rætturin tey sum móttikin og lógliga kunnuggjørd. Hetta er eisini galdandi, um tú strikar boðini. Eftir tað hevur tú skyldu at møta, um tú ert innkallað/ur til eitt rættarmál.